Uppskot til margfeldislóg aftur í tingið

21.09.2019 - 16:01
InnlendisPolitikkur
Uppskot til margfeldislóg aftur í tingið
Sjúrður Hammer, fuglafrøðingur og granskari, eftirlýsir eina náttúrumargfeldislóg. Nýggi landsstýrismaðurin lovar at koma í tingið við lógaruppskoti

Veðurlagsbroytingar ávirka ikki bara fiskin í sjónum. Tá hitin økist, hevur hetta eisini stóra ávirkan á fuglalívið. Tað sigur Sjúrður Hammer, fuglafrøðingur, sum eftirlýsir eina náttúrumargfeldislóg sum skjótast.

Kanningar vísa, at so hvørt sum hitin økist rýma fleiri fuglasløg longur norðureftir, og onnur koma ístaðin. Sambært Sjúrði Hammer er avleiðingin, at fuglastovnarnir gerast færri í tali.

Fyri at forða fyri, at veðurlags- og aðrar náttúrubroytingar ikki gera størri skaða enn neyðugt, eiga vit at fáa samtykt eina náttúrumargfeldislóg, sigur Sjúrður Hammer. 

Í vár legði Sirið Stenberg, táverandi landsstýriskvinna í umhvørvismálum, uppskot til náttúrumargfeldislóg fyri løgtingið. Lógaruppskotið var tó ikki liðugt viðgjørt, tá tingið fór í summarfrí 3. mai, og fall tí burtur.

Helgi Abrahamsen, sum nú er landsstýrismaður í umhvørvismálum, ætlar sær at bera lógaruppskotið um náttúrumargfeldislóg aftur í løgtingið. Fyrst skulu tó nakrar broytingar gerast í uppskotinum, soleiðis at samgongan er samd um tað, ið verður lagt fyri tingið, sigur Helgi Abrahamsen.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584