At siga við, siga til og siga frá

26.09.2019 - 13:57
Lívsstílur
At siga við, siga til og siga frá
Her eru reglurnar fyri, nær vit siga við, siga til og siga frá

Tað, sum tú vilt, at onkur skal hava at vita, tað sigur tú við hann ella hana. Við hvønn, tað vil siga hvønnfall.

Tú sigur tað ikki til hann/hana, og heldur ikki til honum/henni.

At siga frá

Er tað ein søga, skemt ella frásøgn, so sigur tú frá.

Tú sigur frá søguni um hinaferð, tá ið ....

Tú sigur ikki frá um hendingina; tað er nóg mikið at siga frá hendingini. Frá hvørjum, tað vil siga hvørjumfall.

At siga til

At siga til er nakað heilt annað.

Tú sigur til, tá ið tit eru klár at fara, og so fara vit.

Tú kanst eisini siga til, tí nú er tað altso farið ov langt, og vit kunnu ikki góðtaka hetta longur. Tá siga vit til - og ikki frá.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628