Ongar vindmyllur í Hoyvíkshaganum

02.10.2019 - 19:40
InnlendisSamfelag
Ongar vindmyllur í Hoyvíkshaganum
Hvørki SEV ella Vindrøkt sleppa at seta nakra vindmyllu upp í haganum hjá Sigert Patursson á hesum sinni.

Hóast SEV átti lægsta og næstlægsta prísin, so vóru tað MAGN og LÌV við sínum nýggja partafelag, sum fóru við teimum 18 kilowattunum av vindmegi, sum Umhvørvisstovan hevur boðið út.

Orsøkin er, at SEV søkti um at seta vindmyllulund upp við Gellingarklett, men SEV hevur ikki atgongd til hendan hagan, sigur Ari Johannesson, virkandi stjóri á Umhvørvisstovuni.

Smápartafelagið Vindrøkt hevur gjørt eina avtalu við bóndan, Sigert Patursson, um Gellingarklett.

SEV hevði tríggjar umsóknir - eina um Bøllureyn og EIÐI. Har var prísurin 23,3 oyru fyri kilowatt-tíman. Hann var sostatt hægri enn prísurin hjá Magn, sum var 23,1 oyra.

Hini bæði tilboðini frá SEV vóru um Gellingarklett og Hoyvíkshaga og Bøllureyn og Havnardalsbrúgv. Hesi bæði tilboðini høvdu lægri prís, enn Magn bjóðaði, men bæði umfataðu partar av haganum hjá Sigert Patursson, sum Vindrøkt hevur framíhjárætt til.

SP/F Vindrøkt hevði eina umsókn, og søkti um loyvi at seta eina vindmyllulund upp við Gellingarklett, har felagið hevur eina avtalu við Sigert Patursson um framíhjárætt, men við prísinum uppá 28,4 oyru fyri kilowatt-tíman, slapp Vindrøkt ikki upp í part.

Sostatt fingu hvørki SEV ella Vindrøkt nakran lut í vindmyllu-útboðnum, sum var almnnakunngjørt í dag. Sambært Ara Johanesson verður nýtt høvi bjóða uppá at set vindmyllur upp í Hoyvíkshaganum innan nøkur ár.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584