Góðan morgun Føroyar

Barnabati við nýggjari mentorskipan
15-10-2019
Øll ung í aldrinum 12-18 ár hava møguleika at søkja sær ein mentor

Yvirskipaða endamálið við mentorskipanini fyri ung, er at veita eitt upplýsandi, fyribyrgjandi og mennandi tilboð til tey, ið kunnu hava ymsar trupulleikar og sálarligar ampar at dragast við. Við vegleiðing frá sjálvbodnum mentorum, ið eru skúlað til endamálið, vera tey ungu stimbra og sjálvvirði og trivnaðurin mentur.

Marjun Tausen er ein av teimum, sum hevur valt at gerast sjálvboðin mentor.

- Eg sá eina lýsing á facebook um at gerast mentor, og eg havi longi gingið við einum tanka um, at eg fegin vil gera ein mun. Serliga tá eg veit, at nógv ung stríðast og hava tørv á hjálp. Soleiðis greiðir Marjun Tausen frá, um hví hon hevur valt at gerast mentor.

At vera ungur í 21. øld kann ofta tykjast vera avbjóðandi, og ein hevur ofta kenslu av at vera troyttur. Nógv krøv og nógvar væntanir eru til tey ungu. Foreldur vóna, at barnið fær sær útbúgving, lærarin væntar, at næmingurin fylgir væl við í hvørjum tíma, vinirnir vænta sítt, og samfelagið hevur síni áhugamál.

Umframt hetta uppliva ung eisini persónligar avbjóðingar, so sum hjúnaskilnað, deyða, sjúku, hjartasorg, happing og einsemi. Allar hesar avbjóðingarnar eru við til at gera tað trupult at liva upp til øll krøvini, ið verða sett teimum ungu í dag.

Nógv megna ikki at fáa eina ungdómsútbúgving, tí tey mangla tann neyðuga stuðulin og álitið á, at teirra dreymar og mál kunnu gerast veruleiki. Nógvum ungum tørvar gott samskifti við vaksnar fyrimyndir.

Endamálið við mentorskipanini er at stuðla og eggja teimum ungu, tá ið ræður um útbúgving, arbeiði og frítíðarvirksemi.

- Í løtuni eru 13 mentorar meldaðir til, sum eru til reiðar at hjálpa ungum, sigur Ugur Kevioglu, mentor samskipari í Barnabata.

Kelda: Barnabati

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024