– IRF fær onga eykajáttan frá løgtinginum

16.10.2019 - 09:00
Innlendis
– IRF fær onga eykajáttan frá løgtinginum
Fígging til útreiðslurnar av spillolju má finnast aðrastaðni, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum

IRF tekur ímóti spillolju frá virkjum og skipum, og reinsar hana, soleiðis at oljan kann seljast aftur.

Men trupulleikin er, at størstu keypararnir ikki longur taka ímóti spilloljuni. Tí verður tað ein útreiðsla bæði at taka ímóti spilloljuni, og at sleppa av við hana aftur.

Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, segði við útvarpið í gjár, at teimum tørvar 2,4 milliónir í eykajáttan. Fær IRF ikki fígging, kann tað elva til álvarsliga spilloljudálking, sigur stjórin í IRF.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, vísir á aðrar møguleikar, sum kunnu geva IRF inntøku.

Eitt nú at krevja gjald frá Tórshavnar kommunu og útlendskum skipum, sum ikki rinda fyri tænastuna.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858