Nón

Jógvan heldur fram við krýnikuni
16-10-2019
Úr ymsum heraðshornum er heiti á fimtu krýnikuni hjá Jógvani Arge

- Eg var nógv í veltuni hetta tíggjuáraskeiðið frá 1970 til 1980. Eftir tað bleiv eg deildarleiðari og var ikki líka nógv úti í markini. Hetta var eitt sera spennandi tíðarskeið.
Millum annað soleiðis sigur Jógvan Arge, sum í bókini Úr ymsum heraðshornum greiðir frá ymsum málum í 70-árunum. Hetta eru mál, sum hann sum reportari og journalistur fyri ein part dekkaði. Heitið á bókini er eisini eftir einari sending, sum tá var.
Útvarpið var til dømis til OL í Munchen, tá palestinskir partisanar tóku ísraelsk ítróttarfólk til gíðslar. Vit hoyra eisini um ógvusliga toskakríggið. Um fiskamarksvíðkan. Um útróðrarverkfallið og mangt annað.
Hoyr samrøðuna við Jógvan Arge her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022