- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Kristina Bærendsen váttar fyri morgunsendingini, at hon syngur sang í nýggjum, kinesiskum adventure-filmi, sum Warner Brothers framleiðir.
Heitið er Wings Over Everest, og ein brellbiti sæst á hesum leinki.
Hon greiðir frá, at tey, ið gera filmin, leitaðu eftir onkrum øðrvísi.
Tey settu seg í samband við Sveinn Runar Sigurdsson, sum Kristina Bærendsen samstarvar við.
Hann gjørdi eina demo, ið vær ætlað kinesiskari songkvinnu.
Íslendingurin bað kortini Kristinu syngja hana, hóast hon als ikki var gjørd til hennara sangrødd.
Føroyska songkvinnan royndi eftir førimuni at skrála seg ígjøgnum sangin, ið var í alt ov høgari tónalegu.
Sveinn Runar Sigurdsson sendi upptøkuna aftur til framleiðararnar.
Leikstjórin var bergtikin av orkuni í sanginum.
Tí valdi hann føroysku songkvinnuna fram um kinesisku.
Tey hava biðið um mínar sangir og eru áhugað í samstarvi, sigur Kristina Bærendsen at enda.