Føroyskur fótbóltur er fíggjarliga ovurhitaður

24.10.2019 - 20:14
InnlendisPengar
Føroyskur fótbóltur er fíggjarliga ovurhitaður
Smærru fótbóltsfeløgini hava ongan livandi kjans í kappingini við tey stóru, tí leikaralønir eru alt ov høgar, heldur formaðurin í Skála

Skála ítróttarfelag noyðist at repa seglini til komandi ár, tí satsingin hjá felagnum í ár um at kappast við um gyltu evropa kup plássini miseydnaðist.

Tað ásannar Rógvi Reinert Djurhuus, formaður í Skála, sum nú skal tippa eitt stórt hol í kassanum.

Skála er seinastu tvey árini endað á einum sætta plássi og hevur staðið á gáttini til at koma upp millum tey bestu liðini at kappast. Tí varð bogin spentur fíggjarliga hart í ár, fyri at koma upp millum tey bestu.

Skála var minuttir frá at spæla seg í steypafinaluna, og steypavinnarin sleppur eisini at luttaka í evropeiskum fótbólti, men tá avtornaði endaði Skála aftur í ár á sætta plássi.

Hoyr eina longri reportasju frá Skála enn hana, sum var at hoyra í Breddanum.

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652