Góðan morgun Føroyar

Burðardyggar loysnir við LEGO
08-11-2019
Fyri 13. ferð verður 'FIRST LEGO League' hildin í Føroyum

Leygardagin 9. november hittast 23 lið av ungum og børnum í skúlanum á Argjahamri í kapping við robottum og um at byggja býir.

Í ár hevur áhugin millum børn og ung verið stórur. Heili 23 lið hava meldað seg til kappingina, har liðini skulu menna Lego-robottar og loysa avbjóðingar, ið hesa ferð eru, hvussu vit kunnu trívast í býum í framtíðini.

Fyri fyrstu ferð síðan 2006 er kappingin flutt úr høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík og út á Argir til skúlan á Argjahamri. Í ár luttaka yvir 20 dómarar, sum skulu geva stig í kappingunum á robottbanunum, í programmering av robottum, í samstarvi á liðunum og í granskingarverkætlanunum, sum liðini fyrireika.

Avbjóðingin í FIRST LEGO League-kappingini í ár hevur heitið City Shaper og leggur dent á at finna loysnir, hvussu vit kunnu byggja ein betri heim, og hvussu fólk kunnu trívast í einum burðardyggum umhvørvi.

Tey luttakandi eru í aldrinum 10 til 16 ár, og tey mynda lið við í mesta lagi 10 luttakarum. Við hugflogi, kreativiteti og vinarligum felagsskapi skulu luttakararnir finna spennandi loysnir til ársins evni. Børnini læra við at royna seg fram. Við at granska, leggja fram og skriva uppgávur. Við at arbeiða saman, programmera og at hugsa verkfrøði. Og ikki minst at hava tað stuttligt.

FIRST LEGO League-kappingin er tann størsta av sínum slag í heiminum. Yvir 290.000 børn og ung í aldrinum 10 til 16 ár úr eini 94 londum hittast á einum av teim næstan 1.500 tiltøkunum, sum verða fyriskipað kring allan heimin í ár.

Tann 9. november fara íalt 925 lið at kappast í næstan 60 býum í Norra, Svøríki, Danmark og Føroyum. Vinnararnir av føroysku kappingini fara víðari til skandinavisku finaluna um nakrar vikur. Har skulu tey kappast móti vinnarunum úr hinum norðurlondunum.

Kappingin í Skúlanum á Argjahamri byrjar kl. 10 leygarmorgunin. Tiltakið er opið fyri almenninginum, og atgongd er ókeypis. Vitjandi kunnu keypa drekkamunn og okkurt gott afturvið.

Kappingin verður stroymað her

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024