Ljós í býnum

08.11.2019 - 20:47
Mentan
Ljós í býnum
Tórshavnar Kommuna arbeiðir við nýggjari ljósætlan
Viggo Christiansen og Eyð Strøm í verkstaðnum hjá Tórshavnar kommunu í Torfinsgøtu í Havn
Mynd: © Leivur Thomsen  

Tak niður

Í Torfinsgøtu í Havn hevur Tórshavnar kommuna verkstað, har tað verður arbeitt við ljósútbúnaði til býin. Vikuskiftissendingin var á gátta verkstaðnum fyri at fregnast um, hvussu kommunan arbeiðir við at seta ljós til býin. Eyð Strøm er arkitektur og arbeiðir á býarskipanardeildini hjá kommununi. Hon greiðir frá, at kommunan arbeiðir við eini nýggjari ljósætlan. Viggo Christiansen frá Vatn- og gøtuljósdeildini hjá Tórshavnar kommunu er eisini hjástaddur og greiðir frá ymsum tekniskum loysnum. Eyð Strøm hevur sniðgivið ljóssteyrarnar við Tórsvøll í Gundadali. Hetta hevur verið ein bundin uppgáva, sum hon hevur gjørt í samráð við kommununa og eftir forskriftum hjá FIFA. Vit spyrja eisini um hesi ljós, hvat endamálið er við teimum, hvussu tey verða brúkt og hvussu nógvan strym tey brúka

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Upprunin til hvitusunnuhaldið
109314
Sunnudag 31. mai
Meg minnist
109562
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Tvøroyrar kirkju.
109559
Sunnudag 31. mai
Etos: Umhvørvisetikkur.
109484
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558
Mikudag 27. mai
Úr savninum: Slóðarar 7:7
109459
Mikudag 27. mai
Vit venja við - 2
109392