Breddin

Breddin
12-11-2019
Vit viðgera vápnakapprenning millum USA og Rusland á okkara leiðum og spurningin um at seta GPS sendarar á minnisveik fólk

Vandi er fyri at Grønland aftur verður miðdepil í eini vápnakapprenning millum USA og Rusland. Tað fer at seta Ríkisfelagsskapin undir trýst, sigur lektari á danska verjuakademinum. Føroyar eru eisini breddanum hjá stórveldunum, og lektarin væntar, at ein radarstøð verður sett upp í Føroyum í næstum. Vit tosa við løgmann um hetta.

Birita Mohr í Havn hevur alzheimers og ynskir at fáa settan GPS-sendara á seg. Løgtingið skal hósdagin viðgera lógaruppskot, ið heimilar hesum. Vit umrøða røktarfakligu-, etisku og løgfrøðiligu viðurskiftini kring hendan spurningin saman við Marjuni Restoff, leiðara á Demensdeildini á Landssjukrahúsinum, Jógvani D. Hansen, heimspekingi og limi í etiska ráðnum, og Eyðhild Skaalum, stjóra á Dátueftirlitinum.

Luttakarar: Peter Viggo Jakobsen, lektari á danska verjuakademinum, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Birita Mohr, alzheimerssjúklingur, Egi Dam, avvarandi, Marjun Restoff, leiðari á Demensdeildini á Landssjukrahúsinum, Jógvan D. Hansen, heimspekingur, og Eyðhild Skaalum, stjóri á Dátueftirlitinum

Gjørt sendingina: Marjun Dalsgaard  og John Johannessen

Redaktørur: John Johannessen

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024