Skattamálið: Fútin væntar avgerð innan eitt ár

bannari
13.11.2019 - 12:22
Aktuelt112
Skattamálið: Fútin væntar avgerð innan eitt ár
Løgreglan hevur sent skattamálið um Eik til ákærumyndugleikan. Partarnir hava bíðað í tvey ár og hava tí rætt til skjóta viðgerð, lovar fútin

Tak niður

Løgreglan eru nú liðug við sínar kanningar av skattamálinum um gamla EIk Banka og hevur sent málið til ákærumyndugleikan til løgfrøðiliga meting.

TAKS meldaði Betri Banka til løgregluna fyri góðum tveimum árum síðani, eftir at løgfrøðingurin Bárður Larsen hevði kannað, hvat fór fram í sambandi við viðgerðina av sjálvuppgávuni hjá bankanum fyri árið 2011.

Løgreglan hevur síðani - í samstarvi við danska bakmanspolitiið - kannað, um revsimál kann reisast móti bankanum fyri skattaundandrátt fyri 90 milliónir krónur.

 Partarnir í málinum hava nú bíðað í tvey ár eftir eini niðurstøðu, og tí hevur málsviðgerðin høga raðfesting hjá ákærumyndugleikanum, lovar Michael Boolsen, fúti.

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. januar
Bolero
119036
Leygardag 16. januar
Páskaoyggin
118471
Leygardag 16. januar
Jambalaja 160121
119016
Leygardag 16. januar
Morgunlestur leygardagur 16. januar 2021
118608
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. januar
Guðstænasta í kirkjuni við Norðskála
119037
Mikudag 13. januar
Mentanarvirðislønir landsins 2020
118890
Mánadag 11. januar
3-2
118764
Mánadag 11. januar
Í luftini við Raske Drenge
118754