Við Tórði á túri

Við Tórði á túri Uppi í Húsi í Miðvági
18-11-2019
Býlingurin Uppi í Húsi í Miðvági er ein av teimum gomlu býlingunum í Miðvági. Vit hitta bæði fólk, ið eru uppvaksin her, og tilflytarar

Oddmar Ravnsfjall samlaði fyri nøkrum árum síðani "húsafrensar", sum eru føddir áðrenn 1960. Hann sigur, at hetta var ein sera væl eydnaður dagur, har nógv góð minnir úr býlinginum í Húsi komu fram. Nú ætlar hann at savna allar miðvágsdreingir, ið eru føddir áðrenn 1960. Tað tekur sína tíð at fyrireika, so hann væntar at tað kanska verður um eitt ár.

 

Beiggin Sámal Ravnsfjall býr í barnaheiminum innanfyri á, sum hevur verið í ættini í fleiri hundrað ár. Tann fyrsti ið bygdi her var Jóhannes, sum var flýddur úr Hvalba, har hann hevði dripið ein sjórænara og hann var bangin fyri, at teir fóru at hevna. Hann fekk tí navnið írin. Í sendingini framførir Sámal "Húsabrekkublues", ið lýsir livandi barnaárini í Húsi. Sámal hevur sjálvur gjørt hann.

 

Í Húsi búgva eisini ungar familjur, ið eru tilflytarar. Berglind Tegeder er úr Vestmannaoyggjum og Hans Tóri Kallsoy er eiðismaður. Tey hava keypt eini gomul tvíhús, sum eru yvir 100 ára gomul. Her trívist familjan væl. Berglind leigar bilar út á flogvøllinum og Hans Fróði arbeiðir á Landingarmiðstøðini á Eiði.

 

84 ára gamli Gudmund Niclasen, sum býr í sjálvari Húsabrekkuni, er gamal skrivstovumaður. Síðani hann bleiv pensjóneraður hevur hann dreygað nógvar lutir burtur úr teimum avskornu trøunum í urtagarðinum. Hann sigur, at tað er umráðandi at røra seg og vera í gongd við okkurt. Hann hevur havt Youtube sum lærumeistara. Og fyri nøkrum árum síðani gav Gudmund út eina bók um føroyskar seyðalitir.

 

Jon S. Hansen, sum hevur stóran áhuga fyri søguni í Miðvági og hevur útbúgving í søgu, greiðir frá hesum gamla býlinginum. Hann sigur m.a. frá, at í býlinginum vóru íbygdir steinar og tá ein steinur varð sprongdur, raktu fleiri ólukkur familjuna. Og í býlinginum eru nógv hús, har navnið endar við toft. T.d. Dirratoft, Billutoft, Stuðlarinstoft, Beddutoft, Gamlatoft og bara Toft.

 

Rannvá Ólavsdóttir greiðir frá, at vegurin í Húsi er ikki gjørdur til ta stóru ferðsluna, sum nú er í býlinginum. Húsini eru gomul og stykkini lítil og tí mugu bilarnir standa úti á vegnum. Tvey stór arbeiðspláss eru tætt við. Bæði Ellisheimið og Skúlin á Giljanesi. Hon eftirlýsir, at kommunan hevur eina ætlan um, hvussu hesi viðurskifti kunnu verða betrað og at tað verður ein heildarloysn.

 

Sámal á Vágalið, sum býr einsamallur í barnaheiminum á Vágalið, er kendur fótbóltsspælari. Hann var óvanliga kvikur á vøllinum. Sámal, sum nú er 64 ára gamal, hevur verið nógv til skips, men nú arbeiðir hann hjá kryvjivirkinum hjá Luna í Sørvági. Í frítíðini lesir hann nógvar bøkur, serliga spenningsromanir og dokumentar. Og honum dámar væl at spæla sudoku og bridge, og hann telvar við sandavágsmonnum.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Tey hava sungið nærum kring alt landið, og tað er hugtakandi at hoyra og síggja kórið Sangfuglar við minnisveikum fólkum framføra kórsang. Kórið hevur verið til í seks ár
18-03-2024
Í ár varð serliga nógv gjørt burtur úr í sambandi við kvinnudagin 8. mars. Tiltøk vóru alla vikuna og vit hoyra um nøkur á hesum túrinum.
11-03-2024
Fyrstu sethúsini í býlinginum á Breiðabliki í Havn vórðu reist fyri góðum 20 árum síðani. Og í dag vita tey, sum har búgva, at siga frá nógvum søgum
04-03-2024
Fyri 18. ferð hava torradagar verið í Klaksvík. Eitt tiltak, sum samlar nógv fólk í sambandi við fiskivinnu og mentan. Á hesum túri vitja vit fleiri av tiltøkunum
26-02-2024
Gamla Hospital í Havn, sum varð tikið í brúk í 1829, kemur nú til heiður og æru aftur. Í 43 ár hava Vanja Petersen og onnur arbeitt við at fáa tað til eitt savn ov fortíðina
19-02-2024
Næstseinasta vikuskifti var ein hópur av tannáringum á Mini Teen Street á Kambsdali. Í sendingini hitta vit fleiri, sum eisini plaga at vera á altjóða leguni í Týsklandi
12-02-2024
400 ára gamli studentagarðurin í Keypmannahavn, Regensen, er framvegis siðbundin studentagarður og har búgva í dag fimm føroyingar. Teir gomlu siðirnir eru framvegis á Garði
05-02-2024
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag
22-01-2024
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023