- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Kommunurnar finnast at landsstýrinum fyri at geva fólki pengar út kommunukassunum. Men er myndin nú so einfald? Kjak millum formannin í Kommunufelagnum, Dennis Holm, og formannin í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, Magnus Rasmussen.
Hevði landsstýrið rætt til at taka burturav kvotunum hjá flakatrolaranum Enniberg til royndaruppboðssølur? Og var uppsøgnin av veiðiloyvunum í 2007 í lagi? Á Breddanum ídag hyggja vit nærri at stevningini móti Fiskimálaráðnum saman við løgfrøðinginum Rúnu F. Guttesen. Gestur í útvarpsstovuni er advokaturin Christian Andreasen, advokatur hjá P/F Ennibergi, sum á løgtingsvalinum 1. september eisini gjørdist politikari.
Lagt til rættis: John Johannesen og Tróndur Olsen
Redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt