Føroyingur við í mótmælisgongum í Malta

01.12.2019 - 13:16
Útheimurin
Føroyingur við í mótmælisgongum í Malta
- Vit vilja hava rættvísi, tó at eingin løtt loysn er á hvussu vit fáa tað, sigur Henry Petersen, føroyingur á Malta.

Í Malta hava mótmælisfólk verið á gøtuni í fleiri dagar, í vónini um at fáa rættvísi fyri journalistin Daphne Galizia, sum varð myrd fyri tveimum árum síðani. Journalisturin gravaði uttan áhald í korrptión í landinum, sum hon segði hevði sínar røtur langt inni í politisku skipanini í landinum, áðrenn hon varð dripin uttan fyri sítt heim í oktober 2017 av einari bilbumbu.


Trý fólk skulu fyri rættin fyri morðið, men kaniningarnar hjá løgregluni hava nú verið sentreraðar rundan um hvør bílegði morðið og hví.
Ongantíð áður hevur slíkt trýst verið á stjórnina í Malta. Ein teirra, sum leitar sær út á gøturnar at mótmæla í hesum døgum, er føroyingurm Henry Petersen, sum hevur búð á Malta í 10 ár.
Daphne Galizia doyði sum 53 ára gomul, og hon segðist at vera ein av mest týðandi, sjónligu og djørvu journalistunum á Malta.

Hon skrivaði vælumtókta bloggin Running Commentary, sum kannaði skuldsetingar um korruptión og aðrar kriminellar hendingar. Tey, sum bíløgdu bumbuálopið á hennara Peugeot, vildu hava hennara rødd at tagna, segði sistur hennara Corinne Vella eftir álopið.
Áðrenn hennara deyða, miðlaði hon um skuldsetingar í sambandi við panamaskjølini, sum vórðu likin frá einari advokatfyritøku í Panama í 2016. Skjølini avdúkaðu, at tveir tættir samstarvsfelagar hjá maltesiska forsætisráðharranum, Joseph Muscat vórðu vavdir upp í loyniligar fyritøkur uttanlands.
Morðið á Galizia hevur eyðkennini fyri at vera eitt bílagt morð, og hevur bæði skakað maltesiska samfelagið, eins og tað hevur fingið fleiri lyklapersónar í Evropeiskar mannarættindabardaganum at finnast at myndugleikunum fyri, hvussu tey hava handfarið kanningararbeiðið.
Sambært miðlinum Reuters, hevur álopið givið brotsmanninum áleið 150.000 evrur, ella 1,1 millión krónur.

Eingin er enn ákærdur fyri at hava bílagt morðið, tó at trý fólk eru undir illgruna fyri at hava samband við málið og skulu fyri rættin í næstum.
Tann einasti, sum hevur tryggjað sær immunitet í málinum, er hýruvognsførarin, Melvin Theuma, sum miðlarnir í Malta halda er millummaður í málinum.
Dagin eftir hýruvognsførarin fekk immunitet, varð víðagitni handilsmaðurin Yorge Fenech handtikin av løgregluni. Maltesiskir miðlar siga, at hann hevði samband við hýruvognsføraran, sum javnan varð knýttur at bygningum, har vinnulívsmaðurin býr.
Síðsta ár kom fram, at Yorgen Fenech er ein av loyndarfullu ánaranum av einari fyritøku í Dubai, sum eisini var at síggja í Panamaskjølunum.

Átta mánaðir áðrenn hon varð myrd, hevði Daphne Galizia skrivað um hesa fyritøku í Dubai, og hon segði, at fyritøkan hevði samband við bæði aðalstjóran hjá forsætisráðharranum og ráðharran fyri ferðavinnu Konrad Mizzi. Báðir løgdu teir starvið frá sær 26. november í ár, men siga seg einki skeivt hava gjørt. Umframt hesar politisku gølurnar, er fíggjarmálaráðharrin í Malta eisini farin í farloyvi orsaka av morðinum.
Forsætirsráðarrin Joseph Muscat hevur verið í sessinum síðani 2013. Gølurnar rundan um hann økja um politiska trýstið at fáa hann úr stólinum. Sjálvur sigur hann við útlendskar miðlar, at eingin knýttur at hesari gøluni sleppur undan rætsforfylging.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652