Nón

Nón - 4. desember 2019
04-12-2019
Nólsoyar Páll. Vesturvón. Krimisøgan Arktis. Ummæli. Og mentanarálmannakin.

Rolf Guttesen hevur skrivað nýggja bók, sum kastar nýtt ljós á tjóðarhetjuna Nólsoyarpáll. Vit spyrja millum annað Rolf, hví hann brúkar orðið skúmisleiv um tjóðarhetjuna.

Fimti ár eru liðin, síðan vakra skipið VESTURVÓN kom á Sørvág. Hvør er søgan hjá hesum skipi, sum varð søkt sum sjórænaraskip fyri fýra árum síðan? Vit tosa við Jan Erik Simonsen, sum hevur skrivað bók um Vesturvón.

Í táttinum Mítt listaverk eru tveir klassikarar á skránni. Malan Marnersdóttir greiðir frá málningum eftir Ingálv av Reyni og Jack Kampmann.

"Arktis" er heitið á nýggju krimiskaldsøguni eftir Jógvan Isaksen - og hon snýr seg millum annað um nakað so brandaktuelt og eldfimt sum loyniligar samráðingar millum landsstýrið og Kina.

Dagsins ummæli er av bókini Søgur úr býnum eftir Jón Thorsteinsson; Eilen Anthoniussen ummælir.

Og vit enda sum vant Mentanarmikudagar við mentanarálmanakkanum hesa vikuna.

Øll sendingin kann hoyrast her

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022