Nón

Nón - 5. des. 2019
05-12-2019
Bauhaus 100 ár, 2019 í Norðurlandahúsinum, Hanus Samró og Stríðið um proteinini, og Ann-Britt Fríðheim Mortensen er Hósdagsgestur

Í ár eru 100 ár liðin síðani Walter Groupius stovnaði Bauhaus skúlan, sum eitt nú kollvelti fatanina av arkitekturi og sniðgeving.
Og fyrst í sendingini fara vit, saman við Alberti Isfeld, arkitekti, at hugleiða um eitt nú søgu og týdning.
Norðurlandahúsið er ein hin fremsti mentanarstovnurin í Føroyum. Og hvussu hevur nú árið hildnast í Norðurlandahúsinum? Vit hitta stjóran Gunn Hernes.
Vit hitta eisini Hanus Samró, sum er á gáttini við nýggjari bók, "Stríðið um proteinini ? og útflutningurin til Sovjet".
Ann-Britt Fríðheim Mortensen hevur tikið við sum nýggjur leiðari í Kvinnuhúsinum, og í dag er hon Hósdagsgestur í Nón.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022