Góðan morgun Føroyar

Telefonfrí vika í Hoyvíkar skúla
05-12-2019
Í Hoyvíkar skúla fara tey nú at hava tvær telefonfríar vikur um árið. Fyrsta vikan er júst nú

Skúlastýrið í Hoyvíkar skúla hevur mælt til at hava tvær telefonfríar vikur í skúlaárinum. Hesum tekur Hoyvíkar skúli undir við.

Fyrra telefonfría vikan er júst nú, frá 2. til 6. desember, og seinna vikan verður frá 30. mars til 3. apríl 2020.

Skúlastjórin í Hoyvíkar Skúla, Hans Jón Thomsen sigur, at verður nógv tosað um skíggjanýtslu í dag, og í Hoyvíkar skúla hugsa tey eisini um, hvussu telefonnýtsla kann skipast og tálmast, og tí royna tey hetta tvær vikur um árið.

Hoyvíkar Skúli hevur ein telefonpolitikk, sum loyvir næmingum í 4.-9. flokki at nýta telefonina í fríkorterinum, men næmingar í 1. - 3. flokki ikki sleppa at brúka telefonina í skúlatíð.

Hans Jón Thomsen sigur, at tey tíma ikki at banna telefonnýtslu, men vilja vegleiða og upplýsa um nýtsluna og fyribyrgja ovurnýtslu.

Emma Sannino og Torstein Sivertsen, næmingar í 9. flokki, halda telefonfríu vikuna vera góða. Tey bæði siga, at tað er gott at varpa ljós á telefonnýtslu, men næmingar í framhaldsdeildini brúka ikki so nógv telefonina í fríkorterinum vanliga.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024