- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Leygardagin skoyta tey á nýggjari breyt í Klaksvík
06-12-2019
Nýggja skoytubreytin er knýtt í nýggju sjóhitaskipanina í Klaksvík, sum ger breytina bíliga í drift, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri
Returvatnið frá sjóhitaskipanini er kaldari, tá ið tað rennur frá hitaskipanini, og er tá stutt til tað frystir. Skipaninn var sett til hósdagin, og so skuldi skoytubreytin verið klár hjá øllum at brúka leygardagin seinnapartin, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, við morgunsendingina.
Ein, sum fyrr skoytaði nógv í gøtunum í Klaksvík, er Marjun Lómaklett. Hon segði við morgunsendingina, at hon gleðir seg til breytin letur upp, so hon kann royna síni skoytikynstur aftur.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024