Tónleikarar skulu fáa minstuløn

06.12.2019 - 19:39
Lívsstílur
Tónleikarar skulu fáa minstuløn
Hetta er neyðugt fyri at fáa lønsemi í at spæla livandi tónleik
Bogi Andreassen, formaður í fíggjarnevndini í Tórshavnar Kommunu
Mynd: Leivur Thomsen  

Bogi Andreassen, formaður í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu, leggur í hesum døgum uppskot fram um at fáa til vega eina pulju av pengum, sum skulu brúkast til at geva tónleikarum, sum spæla á pallum í Tórshavnar Kommunu, minstuløn fyri at spæla. Við pallar meinar Bogi við bæði privatar og almennar pallar. Umframt at vera formaður í vinnunevndini og býráðspolitikkari er Bogi Andreassen stjóri í Reinsaríinum í Havn. Sostatt hevur hann fleiri kaskettar uppiá. Men hann leggur dent á, at hann ikki sjálvur skal taka støðu til, hvør skal fáa stuðul til minstuløn úr puljuni - tað skal ein politiskt óheft nevnd gera, sigur Bogi. Í fyrstu atløgu verða, sambært Boga, umleið 200 - 300.000 krónur í puljuni. Hetta er ikki nógv, ikki ein gong eitt ársverk. -Men hetta er góð ein byrjan, heldur Bogi, sum vónar, at hann fær undirtøku í býráðnum fyri uppskotinum. Eisini vónar hann, at landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis á Rana, fer at fáa hetta í lag fyri alt landið. Bogi vónar sjálvur, at hetta fer at eggja nýggjum bólkum til at koma á pall at spæla. Bogi Andreassen var gestur í vikuskiftissendingini

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010