Fólkatalið: Størsti vøksturin í Runavíkar kommunu

14.01.2020 - 13:35
AktueltSamfelag
Fólkatalið: Størsti vøksturin í Runavíkar kommunu
Húsaprísirnir í kommununi eru farnir at líkjast teimum í høvuðsstaðnum

Tak niður

Fólkatalið í Føroyum er aftur farið upp um 52.000. Tað búgva 807 fólk fleri í landinum nú enn 1.desember í 2018.

Tað skrivar Hagstovan.

Tað eru serliga í teimum stóru kommununum, at vøksturin er størstur.

Tórshavnar kommuna vaks 1,6 prosent seinasta árið, meðan Runavíkar kommuna vaks trý prosent.

Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Tórbjørn Jacobsen, sigur, at fyri fýra árum síðani var lítil broyting í fólkatalinum í kommununi.

Men tvey tey seinastu árini er kommunan av álvara farin at vaksa.
 

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Kvørnin: "Illusions", Heiðrik
109739
Hósdag 4. juni
Breddin
109740
Hósdag 4. juni
Nón 4. juni - á Norðoyastevnu
109738
Hósdag 4. juni
Mono: Disco (4:5)
109723
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558