Átta verk komin inn

17.01.2020 - 21:06
ListTónleikur
Átta verk komin inn
Tórshavnar Bigband fer at framføra verkini á Vetrarjazzi
Eirikur Skála og Ólavur Olsen eru umboð og fyriskiparar fyri Tórshavnar Bigband
Mynd: Leivur Thomsen  

Í heyst skrivaði Tórshavnar Bigband út kapping at skriva verk fyri orkestrið. 3. januar í ár var freistin farin, og inn vóru komin átta nýskrivað verk.

Frumframførslur av verkunum verða á Vetrarjazzi 1. februar. Tað kvøldið verða vinnararnir kosnir. Vinnarin fær 30.000 krónur, nummar tvey fær 15.000 krónur og nummar trý fær 5000 krónur.

Eirikur Skála og Ólavur Olsen greiða frá um kappingina. Men teir fáa ikki enn sagt nakað um, hvør hevur latið inn verk.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652