Breddin

Breddin
22-01-2020
Negativ renta, kollsigldar sáttmálasamráðingar og Suðuroyartunnil

Eftir null-rentu í drúgva tíð eru peningastovnarnir farnir at handla við negativum rentum. Føroysku peningastovnarnir fara sama veg - og 1. mars skulu eisini privatfólk við hálvari millión á bók gjalda fyri at hava pengarnar í bankanum. Og hvørja ávirkan kann tað so fáa á eitt samfelag? Luttakarar eru Lars Krull, bankaserfrøðingur; Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik og Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim.

Semingsmaðurin hevur tikið yvir strandaðu samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Men hvat merkir tað, tá tosað verður um reallønarvøkstur? Tað spyrja vit Djóna Højgaard, formann í Búskaparráðnum. Samstundis sum fakfeløgini stríðast fyri hægri lønum fyri fjøldina, so gerast nøkur fá fólk nógv ríkari. Tað vísir ein greining hjá Jón Joensen, hagfrøðingi.

Breið, politisk semja er um at gera tunnil til Suðuroynna. Tað bar til at staðfesta í løgtinginum seinnapartin. Men enn eru flokkarnir ymiskir á máli um, hvussu henda risa verkætlan skal fíggjast. Vit tosa við Bjarna Hammer, løgtingsmann fyri Javnaðarflokkin, og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjar- og tunnilsmálum.

Sendingina gjørdu: Marjun Dalsgaard, Anna Poulsen, Sólvit Nolsø
Redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024