60% markið burturvið

24.01.2020 - 18:56
Lívsstílur
60% markið burturvið
Rúni Nielsen, whiskykennari, metir um rúsdrekkalógina, nú nýggj kunngerð er sett í gildi
Rúni Nielsen, whiskykennari
Mynd: KVF  

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur sett í verk nýggja kunngerð um rúsdrekka. Hámarksprosentið á 60 er ónortið í mun til gomlu kunngerðina. Tað vil siga, at tað framvegis hvørki er loyvt at innflyta ella framleiða rúsdrekka, sum er sterkari enn 60%. Vikuskiftissendingin hevur spurt Rúna Nielsen, whiskykennara, hvat tað hevur at siga fyri úrvalið av whisky í Rúsuni umframt hvønn týdning, tað hevur fyri eina møguliga føroyska whiskyvinnu. Rúni vísir á, at fleiri av teimum heilt góðu sløgunum av whisky hava hægri prosenttal enn 60, og hesi sleppa føroyingar tíverri ikki at keypa í Føroyum. Harafturat sleppa føroyskir whiskyframleiðarar ikki at selja whisky til ferðafólk og føroyingar annars, um tað er yvir 60%.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851