Meg minnist

Meg minnist: Max Weihe (4:4)
16-02-2020
Jógvan Arge hittir Max Weihe av Selatrað. Fjórða og seinasta sending

Í 1982 fór Max Weihe at arbeiða á trolaraskrivstovuni hjá KGH í Grønlandi. Starvsfólkini hjá KGH sum heild vóru 4500 í tali. Einahandilin rakk út í hvønn krók, men varð avtikin í 1985-86.

Heimastýrið yvirtók framleiðslu- og útflutningspartin 1. januar 1985. Har varð Max Weihe settur í starv sum fiskarídisponentur fyri trolararnar.

Nakað skjótt fór hann til Føroya at royna eydnuna í aling, men var aftur í Grønlandi frá 1988. Nú stóð hann fyri at leggja til rættis á trolarakontórinum, til hann í 1990 fór til Harbour Grace at umboða Royal Greenland.

Hann var umboðsmaður teirra í Kanada í tvey ár, og var síðani fimm ár umboðsmaður í Gloucester og Seattle í USA. Trý ár um-boðaði Max eisini Royal Greenland í Føroyum.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023