Breddin

Breddin
18-02-2020
Landsjørð, ferðavinnan og landbúnaðurin

Tann skjótt vaksandi ferðavinnan setir alsamt fleiri krøv til samfelagið, og nú merkja bøndir kring landið eisini ein øktan áhugan fyri landsjørðina. 

Áhugin hjá einum privatum felag at byggja summarhús í Saksun og hjá Gist&Vist at byggja nýgg hølir til Koks í Fossdali eru nevniliga bara tvær av mongum fyrispurningum, ið Búnaðarstovan fær um keyp av lendi hjá bóndum. 

Tí hómast eisini eitt nýtt stríð millum kongsbøndirnar, ið varða av jørðina, og aðrar bólkar í samfelagnum, ið síggja eitt annað nýtsluvirði í jørðini. 

Men hvørjar eru mannagongdirnar, tá ið persónar ella feløg ynskja at keypa festijørð, kann sølan av jørð skipast á ein betri hátt og hvørjar umstøður virka bøndur, ið umsita landsjørðina, undir. Tróndur Leivsson, stjóri í Búnaðarstovuni, Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðing og Jóannes Patursson, festari í Kirkjubø, varpa ljós á hesi viðurskifti. 

Í útvarpsstovuni kjakast Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, um hesa nýggju støðuna.  

Luttakarar: Tróndur Leivsson, Jóannes Patursson, Jóannes Jacobsen, Henrik Old og Brandur Sandoy.

Sendingina gjørdu Marjun Dalsgaard og John Johannesen.

Hallur av Rana var redaktørur og Kári Annand Berg teknikari

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024