Breddin

Breddin
19-02-2020
Sjúkrahúsverkið og Corona

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, endaði í einum politiskum ódnarveðri í gjár, tá fleiri samgongu- og andstøðufólk eina løtu funnu felags stev í fordømingini av eini tekniskari tillaging í almennu leiðslukunningarskipanini og roknskapargóðkenningarskipanini í sjúkrahúsverkinum.

Tillagingin hevði ta avleiðing, at stjórarnir á Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi skuldu lata tilmæli um roknskapir til Steinar Eirikstoft, forstjóra í sjúkrahúsverkinum, ið síðani skuldi avgreiða tað við aðalstjóran.

Og brádliga stóð landsstýrismaðurin fyri skotum. Sjúkrahússtjórar, tingfólk og onkrir miðlar tulkaðu hetta sum ein lið at taka tey smærru sjúkrahúsini av, og kravdu, at landsstýrismaðurin ógildaði avgerðina. 

Men eftir stendur, at vit hava eitt sjúkrahúsverk við einum stjóra yvir hinum. Men hvat er endamálið við hesum forstjóranum og hvørjar heimildir hevur hann.

Kaj Leo Holm Johannesen greiðir frá avgerðini í gjár, og Jóannes Eidesgaard og Sirið Stenberg, bæði fyrrverandi heilsumálaráðharra, lýsa málið í útvarpsstovuni. 

Corona

Coronavirusið hevur fylgt nógv í miðlunum síðstu vikurnar.

Vit tosa við Sigmundur Ísfeld, sendimann í Kina, ið greiðir frá hvussu sjúkan ávirkar gerandisdagin í Beijing, og Lenu Lambaa, smittuverjufrøðing á Landssjúkrahúsinum, ið upplýsir um smittuvandan í Føroyum.

 

Luttakarar: Kaj Leo Holm Johannesen, Sirið Stenberg, Jóannes Eidesgaard, Sigmundur Ísfeld og Lena Lambaa.

Sendingina gjørdu Marjun Dalsgaard og John Johannesen.

Hallur av Rana var redaktørur og Øssur Egholm teknikari.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024