- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Ofta hoyrist, at fólk siga "tey hevði" ella "tey segði". Í sendingini verður tosað um samsvari millum umsøgn og grundlið, tá tað kemur til fleirtal.
Mostur ella fasturbørn
Skyldskaparorð eru eisini á skránni, serliga tey, sum fara "niðureftir" í ætt. Fólk siga mostur, fastur, gummu og gubbabørn, ístaðin fyri systur og bróðurbørn ella guðdøtur og synir.
- Er talan um beina linju, siga vit ommu- og abbabørn ella langommu- og langabbabørn. Men tá tað fer út til systkin, eitur tað systurdóttir ella bróðursonur, sigur Elin Henriksen, málkøn.
Fleiri og koppseting
Orðið, fleiri, er eisini til viðgerðar, tí tað tekur meira og meira yvir, meðan orð sum nógv, summi og nøkur ikki verða brúkt líka nógv.
Eisini er spurningur komin inn, sum snýr seg um koppseting. Lurtari vil vita, hví vit brúka koppseting heldur enn vaccinatión.