Politistafelagið vil hava epidemilógina samtykta

bannari
25.03.2020 - 15:44
AktueltPolitikkur
Politistafelagið vil hava epidemilógina samtykta
- Vit eru í eini undantaksstøðu í løtuni, sigur formaðurin í Føroya Politistafelag, sum heitir á landsstýrið at leggja epidemilógina fyri løgtingið.

Tak niður

- Tað er ein vakur tanki at koyra alt uppá frívilligheit; men hvat við teimum, sum ikki vilja fylgja tí frivilligheitini?

Tann spurningin setir Absalon Áargarð, formaður í Føroya Politistafelag.

Felagið hevur í skrivi í dag heitt á landsstýrið um at leggja sonevndu epidemilógina fyri Løgtingið sum skjótast.

Orsøkin er, at politiið hevur ikki heimild at seta nakran í sóttarhald, um viðkomandi ikki ynskir tað.

Formaðurin vísir á, at tey hava upplivað eitt dømi um ein persón, sum ikki vildi í sjálvboðið sóttarhald; og ein persónur kann oyðileggja alt fyri øll hini.

Í stríð við grundleggjandi rættindi

Men heimildirnar, sum epidemiógin kann geva, eru ikki uttan avbjóðingar.

Fleiri meta, at heimildin er í stríð við grundleggjandi rættindi hjá borgaranum.

Hoyr longri samrøðu við formannin í Føroya Politistafelag, Absalon Áargarð.

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Kvørnin: "Illusions", Heiðrik
109739
Hósdag 4. juni
Breddin
109740
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558