- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Eldri fáa mistar førleikar aftur
31-03-2020
Bú- og Heimatænastan í Suðuroynni hevur royndarkoyrt eina nýggja verkætlan, har venjing er partur a gerandisdegnum hjá eldru borgarunum á oynni
- Ein persónur, har heimarøktin var á gátt fýra ferðir um dagin, hevur í dag bara tørv á røkt eina ferð um dagin, tí hann klárar tað mesta sjálvur.
Tað sigur Vigdis Nolsøe, ergoterapeatur hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy.
Frá byrjan hava venjingartilboðini fevnt um tilboð til fólk, sum búgva á ymisku heimunum, og um tilboð til fólk, sum møta upp til venjingartilboð, sum fysio- og ergoterapitoymið skipar fyri. Við nýggju ætlanini verður endurmenning víðkað til at gerast ein partur av gerandisdegnum - eisini til tey, sum eru heimabúgvandi.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024