Góðan morgun Føroyar

Vit taka enn ímóti klæðum
01-04-2020
Í Klaksvík ber til at lata inn klæðir til eitt gott endamál, hóast koronavirus herjar

Anskar Hansen í Klaksvík er partur av einum neyðhjálparfelagskapi, sum eitur 'Eysturhjálp'. Tey hjálpa neyðstøddum í Moldova, Ukraina og Rumenia.

- Vit samla saman klæðir og pakka í Klaksvík og enn taka vit ímóti klæðum, sigur Anskar. Har hava tey eitt bilhús, sum fólk kunnu stilla klæðini. Bilhúsið er opið døgnið runt.

- Tað er týdningarmikið, at klæðini eru rein og heil - og at tað er bundið um posarnar, leggur Anskar aftrat.

Tey lata posarnar standa í fleiri dagar, so tað ikki er vandi fyri, at koronavirus situr í klæðunum. Eftir nakrar dagar yvirlivir koronavirus ikki á deyðum lutum.

Tað er ikki bert til útlandið, tey veita hjálp. Anskar greiðir frá, at um tað er onkur barnafamilja í Føroyum, sum er í neyð og manglar klæðir, so ber til hjá teimum at seta seg í samband við Anskar á tlf. 221903.

Um tit hava góð klæðir, sum tit vilja geva til eitt gott endamál, so eitur bústaðurin Helnabrekka 25 í Klaksvík. Eisini ber til at fáa sær meira kunning á facebook bólkinum 'Eysturhjálp'.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024