Góðan morgun Føroyar

Bindihjálp á føroyskum
03-04-2020
Á binda.fo fært tú hjálp og vegleiðing til at binda

Sandra Sørensen var smágenta, tá mamma, omma og mostir hennara lærdu hana at binda.

Tá hon seinni í lívinum flutti til Danmark, var ikki longur nøkur bindihjálp á bonkinum hjá ommuni. Hon kom í dýrastu neyð. Fyri hana var tað vónleyst at fáa hjálp ígjøgnum telefon, tí hon skilti ikki helvtina av bindiorðunum, og tolið í hinum endanum á telefonini var ofta uppi, áðrenn hon hevði skilt, hvat hon skuldi. Hon royndi seg fram á youtube, men fann skjótt útav, at ongin í verðini bindur soleiðis, sum hon hevur lært at binda. Á flestu sjónbondunum hon fann varð bundið við vinstru, og hon bindur við høgru, og fyri ikki at tosa um at skilja bindiorð á fremmandamálum.

Neyð lærir nakna kvinnu at spinna og soleiðis bleiv binda.fo til. Á síðuni hevur hon gjørt sjónbandavegleiðingar, ein orðalista og ein blogg av teimum mannagongdum og bindiorðum, hon hevur arbeitt við.

Sjónbandavegleiðingarnar vísa og greiða frá ymiskum mannagongdum. Orðalistin hevur bindiorð á føroyskum, donskum og enskum. Á blogginum vísir hon og greiðir frá ymiskum um garn, uppskriftir og binding.

Ætlanin hjá Sandru er, at tilfarið skal veksa so hvørt og vónin er, at binda.fo skal gera tað lætt at fáa bindihjálp á føroyskum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024