Hava egnu strategi

bannari
05.04.2020 - 16:20
InnlendisHeilsa
Hava egnu strategi
Færri fólk fara at doyggja av Korona við føroysku strategiini, metir landslæknin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Hóast føroyska og danska heilsuverkið vanliga arbeiða tætt saman, so er tað ymiskt hvussu tey royna at vinna á Koronasjúkuni.

Meðan man í Danmark roynir at uppbyggja eitt mótstøðuføri í fólkinum móti Koronasjúkuni, verður í Føroyum roynt at beina fyri sjúkuni.

- Um vit kunnu halda farsóttini burtur frá Føroyum, so forða vit fyri fleiri innleggingum, einum sjúkraúsverkið, sum ikki megnar trýstið, og at fleiri fólk doyggja, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Landslæknin ásannar kortini, at føroyska strategiin merkir, at einki mótstøðuføri verður uppbygt í fólkinum. 

- Strategiin her í Føroyum ger, at vit ikki uppbyggja eitt mótstøðuføri í fólkinum, men afturfyri forða vit fyri, at fleiri verða sjúk, innløgd og doyggja. Tað kunnu vit gera leingi aftrat, og inntil vit hava ein trygga vaksinu ella eina effektiva viðgerð móti sjúkuni, sigur hann.

Í løtuni eru 504 danskarar innlagdir við Korona. Harav fáa 144 intensiva viðgerð, meðan 107 eru í respirator. 179 danskarar eru deyðir av Korona-sjúkuni.

Í Føroyum er ein persónur innlagdur við Korona og eingin er deyður.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887