Blur lat ein Kodak-film liggja eftir

09.04.2020 - 17:00
ListTónleikur
Blur lat ein Kodak-film liggja eftir
Ein óframkallaður filmur við privatmyndum backstage lá eftir - dagin eftir konsertina á Hálsi í 1997, tá Blur fleyg víðari til Grønlands.
Her er Niklas Thorsteinsson, forsangari í Mold. Maðurin, sum starir mitt í myndini, er gittarleikarin í Blur, Graham Coxon.

Tað finst ikki nógv myndatilfar frá konsertini, sum Blur hevði í Høllini á Hálsi mikukvøldið 27. august 1997.

Sosialurin var einasti miðil, sum tók myndir frá konsertini.

Freelance-myndamaðurin Gundur Follend Mikkelsen tók myndirnar, sum komu í blaðið saman við einum ummæli dagin eftir.

Tíverri finnast upprunamyndirnar ikki; einans sum svart/hvítar í vánaligum kvaliteti. Ein teirra vísir forsangaran Damon Albarn veipa við ølini, sum hann seinni spýtti út og síðani mælti tey orð: Your beer is shit!".

Ta myndina hava vit - við loyvi frá myndamanninum -  brúkt sum permumynd til útvarpsdokumentarin Annar sangur á Nabb

Hoyr eisini: Sangarin í Blur helt lítið um føroyska ølið

Kodak-filmur lá eftir

Men har eru tó nakrar myndir komnar undan kavi. Myndirnar stava frá einum Kodak-filmi, sum lá eftir, tá limirnir í Blur vóru farnir av landinum aftur.

Tann, ið framkallaði myndirnar, ynskir at vera ónevndur.

Flestu myndirnar eru tiknar backstage beint áðrenn konsertina. Á myndini síggjast fleiri av íslendsku tøkningunum og limirnir í Blur - allir uttan ein; trummuleikarin Dave Rowntree. Tað kann geva ábendingar um, at tað er júst hann, sum er myndamaður.

Tað sigst annars, at tað gekk vilt fyri seg eftir konsertina - bæði í afterparty í Havnar Klubba og á Hotel Føroyum seinni um náttina. Einki av tí er avmyndað.

Her sæst forsangarin, Damon Albarn, ganga í gongini í Høllini á Hálsi  - helst áðrenn konsertina  - kanska til ljóðroyndina.

Føroyski grunge-bólkurin Mold hitaði upp fyri Blur hetta mikukvøldið. Fremst í myndini er Niklas Thorsteinsson, forsangari í Mold. Aftanfyri eru fleiri av hinum limunum í Mold. Maðurin í kovboyjakka, sum starir til høgru, er gittarleikarin í Blur, Graham Coxon.

Hoyr eisini útvarpsdokumentarin, Annar sangur á Nabb

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585