Tingmaður: Landsverk rennur undan ábyrgd

28.04.2020 - 13:56
InnlendisPolitikkur
Tingmaður: Landsverk rennur undan ábyrgd
Brandur Sandoy í Fólkaflokkinum er ikki nøgdur við svarið frá partamanninum um innsiglingina í Skopun
Brandur Sandoy hevur spurt Jørgen Niclasen eina ferð aftrat um innsiglingina í Skopun

Landsverk - og harvið landsstýrið - rennur undan ábyrgdini at tryggja innsiglingina í Skopun, soleiðis at sambandið í Sandoynna er trygt og regluligt.

So bersøgin er Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.

Sostatt leggur Brandur Sandoy eisini sín egna formann og landsstýrismann undir at renna undan ábyrgd, tí tað er Jørgen Niclasen, sum varðar av Landsverki.

Brandur Sandoy hevur sett Jørgeni Niclasen ein skrivligan fyrispurning um málið, og hann verður svaraður í tinginum fríggjadagin.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652