B36 svaraði KÍ aftur

09.05.2020 - 20:01
ÍtrótturFótbóltur
B36 svaraði KÍ aftur
Alt bendi á at liðini vóru nøgd við eitt stig, men móti dystarenda vildi B36 tað øðrvísi og takkaði fyri seinast

Dagsins dystur var millum føroyameistaran í KÍ og silvurvinnaran í B36. 

Lagnan vildi tað so, at júst hesi bæði liðini skuldu møtast í ársins fyrsta dysti. KÍ skuldi verja FM heitið og B36 svara aftur. 

Sambært hagtølunum hjá bolt.fo siga hagtølini, at B36 vinnur oftari í Klaksvík, og KÍ vinnur oftast í Havn. 

Hagtølini talaðu í fyrsta umfari fyri seg. 



B36 vann dystin 2-0 og hevur saman við NSÍ, ÍF og HB tryggjað sær trý stig. 

Hoyr hvussu tað ljóðaði í Klaksvík, tá Suni Merkisstein og Jóannes Jakobsen søgdu frá dystinum. 


Úrslitini í 1. umfari

KÍ-B36 0-2

83 min: Sebastian Pingel
90 min: Meinhard Egilsson Olsen

 

Skála- ÍF 1-2

23 min: Uro Stojanov
56 min: Uro Stojanov
83 min: Poul Kalsberg

 

HB- EB/Streymur 1-0

26 min: Adrian Justinussen

 

NSÍ-TB 3-1

8 min:   Aron Knudsen
25 min: Klæmint A. Olsen
86 min: Betuel Hansen
90 min: Rógvi Joensen

 

AB-Víkingur 0-0

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585