Visti ikki, at hjálparpakkarnir ikki verða longdir

20.05.2020 - 13:52
AktueltPolitikkur
Visti ikki, at hjálparpakkarnir ikki verða longdir
Helgi Abrahamsen, landsstýrsmaður, sigur, at hjálparpakki 1 og 2 verða ikki longdir, men tað veit samgongan einki um
Christian Andreasen er formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  

Tak niður

Tað kom óvart á Christian Andreasen, formann í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, tá Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, segði á tingi fyrrapartin, at hjálparpakki 1 og 2 verða ikki longdir.

Teir fara úr gildi 30. juni.

Landsstýrismaðurin svaraði einum fyrispurningi frá Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi.

Christian Andeasen sigur, at hetta er nýtt fyri sær, og málið er ikki viðgjørt í samgonguni.

- Er kreppa framvegis í samfelagnum 30. juni, ber ikki til at seta hjálparpakkarnar úr gildi, sigur hann.

Hoyr samrøðu, sum Kaj Joensen gjørdi við Christian Andreasen í útvarpstíðindunum.

 

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
Ein táttur er silvur 2.partur
111175
Hósdag 9. juli
Nón 9. juli 2020
111209
Hósdag 9. juli
Vit meyla og meyla
111184
Hósdag 9. juli
Góðan morgun Føroyar 09.07.2020
111177
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. juli
Hvalbiartunnilin skotin ígjøgnum
111104
Týsdag 7. juli
3-2
111099
Hósdag 2. juli
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938