Fangaður umborð á tangaskipi

bannari
23.05.2020 - 15:03
Aktuelt
Fangaður umborð á tangaskipi
Conrad Gaard Joensen skuldi vera burtur í átta vikur, men higartil hevur hann verið umborð í 19 vikur, tí ikki ber til at skifta manning

Tak niður

Vanliga er Conrad Gaard Joensen, sum er maskinmeistari umborð á tangaskipainum Laprouse hjá DS Norden, burturi í átta vikur. Men hesin túrurin hevur higartil vart í 19 vikur. Orsøkin er, at tað ber ikki til at skifta manning, tí nýggj manning sleppur ikki inn í nakað av londunum, har skipið kemur. Hetta er nakað, ið merkist á huglagnum umborð.

Serligu umstøðurnar seta serlig krøv til yvirmennirnar, harímillum Conrad Gaard Joensen.

Støðan er ikki serliga haldbar í longdini. Men Conrad Gaard Joensen veit ikki at siga nær hann ella aðrir av manningini sleppa í land.

Laprouse er í løtuni statt miðskeiðis ímillum Korea og Fiji oyggjarnar og væntast at koma til Fiji hósdagin. Conrad Gaard Joensen sigur, at tað er ongin trupulleiki at fáa proviant og eykalutir umborð, men manningin sleppur ikki í land og onnur sleppa ikki umborð. Conrad Gaard Joensen er einasti føroyingurin umborð. Hinir av manningini eru danir, indarar og filipinar.

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
LEITISSTEIN 01.06.2020 (Goes Gospel)
109628
Týsdag 2. juni
Breddin
109627
Týsdag 2. juni
Nón 2. juni 2020
109621
Týsdag 2. juni
Tempo: Rasisma
109614
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558