- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
17 prosent av ungum millum 18 og 24 ár kenna seg sera tyngd av einsemi, vísir nýggj kanning hjá Fólkaheilsuráðnum. Vit greina kanningina saman við formanninum í ráðnum, Magna Mohr.
Hvat er einsemi og hvussu ávirkar tað okkum, spyrja vit sálarfrøðingin Suna Poulsen.
Vit tosa við nøkur ung, sum hava skrivað yrkingar um einsemi í vallærugreinini Skrivigleði. Gunnvá Winther og Bjørg Brynhildardóttir Egholm vitja saman við læraranum Oddfríði Marna Rasmussen.
Hvussu hava tey gomlu tað, nú frástøða hevur ávirkað samfelagið seinastu mánaðirnar, spyrja vit forkvinnuna í Landsfelag Pensjónistana, Beate L. Samuelsen.
Og so tosa vit við Berg Debes Joensen, prest um hvussu hann upplivir einsemi millum tey, hann hevur samband við í sínum yrki.
Vælkomin til tematýsdag í Nón um einsemi.