- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Nú kemur føroyska dopinglógin
28-05-2020
Í dag er triðja viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti.
Hóast antidopingarbeiði hevur fleiri á baki í Føroyum, so er alt arbeiðið gjørt, uttan at nøkur lóggáva hevur verið galdandi á økinum.
Jarvin Feilberg Hansen, formaður í anti-dopingnevndini, sigur, at hetta er eitt stórt frambrot fyri føroyskan ítrótt.
Tað verður tó ikki soleiðis, at vanligir íðkarar á venjingarmiðstøðunum skulu rokna við at verða kannaðir.
Fyrst og fremst verða kanningar gjørdar í sambandi við ítrótt á høgum stigi.
Um tú verður valdur út til eina doping-kanning, ber ikki til at nokta uttan so at tú hevur eina ógvuliga góða grundgeving.
Jarvin Feilberg Hansen tekur eitt dømi fram um eina bróstakonu, ið skuldi kannast.
Eisini tann royndin skuldi gjøgnumførast.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024