Góðan morgun Føroyar

Frá víkingaskipum til rúmdarskip
02-06-2020
Fylgisveinar og rúmdartøkni eru framtíðin, og føroyingar eiga at vera partur av hesum stóra vakstrarøki, heldur Johan Mortensen

Tað var leygarkvøldið, at rakettin SpaceX, Falcon 9 var send upp úr Kennedy Space Center í Florida í USA.

Summi halda, at ov nógv hevur verið gjørt burtur úr hesi hendingini í miðlunum, men tí er Johan Mortensen, íverkseti, ikki samdur í.

Hetta er framtíðin, potentialið er risastórt, og Føroyar eiga at vera partur av hesum.

Í Unst í Hetlandi er ein rúmdarmiðstøð gjørd.

Har fara tey at senda rakettir við fylgisveinum upp. Hvør sending kostar áleið 70 milliónir krónur.

Vit kundu saktans havt eina tílíka støð í Føroyum, heldur Johan Mortensen.

Í fyrstu atløgu sær hann tó fyri sær eina tracking støð, sum kann halda eyga við fylgisveinunum.

Ein uppløgd staðseting hevði verið Víkarbyrgi.

Tað er næsti granni hjá Hetlandi, har er lítið bygt, og tað hevði havt fleiri vitanartung størv við sær, vísir Johan Mortensen á.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024