Góðan morgun Føroyar

Nýggj bók eftir John Lennox á føroyskum
02-06-2020
Bókin kom út á enskum 7. apríl - longu í kvøld, 2. juni, verður bókin givin út á føroyskum

Í dag gevur KFS út bókina 'Hvar er Gud í einum heimi við koronavirusi?' eftir John Lennox.

Í bókini setur Lennox koronavirusið í fleiri høpi: søguligt, har hann vísir at áðrar farsóttir gjøgnum tíðina; vísindaligt, har hann greiðir frá, hvat virus veruliga er fyri nakað; gudfrøðiligt, har hann tosar um, hvussu tað ber til at sameina alla hesa líðingina.

Lennox vísir á, at tá kreppur av ymiskum slagi raka, so eru vit menniskju soleiðis innrætað, at vit leita eftir vón. Tá alt gongur sína vanligu og góðu gongd, leita vit ikki eftir vón. Men nú hevur koronavirusið skapt bæði eina heilsukreppu og eina búskaparkreppu - spurningurin er bara, hvussu hart hon fer at raka. Hetta kann fáa okkum at steðga á og hugsa um teir stóru spurningarnar í lívinum. Í øðrum londum, sum eru harðari rakt enn Føroyar, er tað heilt týðiligt, at fólk eru farin at hugsa meira um Gud, og hvar hann er í øllum rokanum.

Í samband við útgávuna verður skipað fyri einum talgiltum tiltaki í kvøld kl. 20, har John Lennox luttekur. Sí meira um tað her

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024