- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Fyrsta summarstevnan er á gáttini, og Nón sendi av Skúlatrøð, har tann nýggi skúlin verður tikin í nýtslu mánadagin.
Hvussu verður Norðoyastevnan, nú umstøðurnar eru, sum tær eru? Leygarkvøldið verður stroymt frá nýggja skúlanum. Fríða Næs, samkiftisfólk, greiðir frá sendingini, sum myndar ársins Norðoyastevnu.
Hvat gera tey, sum skipað náttarlívið, nú mælt verður til at steingja tíðliga? Símun á Høvdanum leggur leiðina framvið.
Hvussu riggar nýggi skúlin á Skúlatrøð, sum júst er handaður, og hvørji tankar liggja aftan fyri samansjóvandi byggingina? Vit tosa við arkitektarnar frá FUGLARK, Svend Sivertsen og Høgna Kastalag.
Og hvat hendir á ferðavinnuøkinum í Norðoyggjum í summar? Jórun Høgnesen er leiðari á Kunningarstovuni.
Biskupstorgið er spakuliga við at taka form sum miðdepil í Klaksvík. Vit hitta borgarstjóran Jógvan Skorheim, sum greiðir frá ætlanini við miðbýnum.
Hoyr alla sendingina her.