Føroyar spæla aftur heimadystirnar í Danmark

16.06.2020 - 18:54
ÍtrótturHondbóltur
Føroyar spæla aftur heimadystirnar í Danmark
Eingin høll er góðkend til altjóða landsliðshondbólt hjá monnum, og tí fer føroyska landsliðið helst aftur til Danmarkar at spæla sínar heimadystir

Føroyar skulu spæla ímóti Kekkia, Russlandi og Ukraina í undankappingini til evropameistaraheitið í Ungarn og Slovakia í 2022.

Evropeiska hondbóltssambandið EHF vil ikki loyva Føroyum at spæla heimadystirnar í Føroyum, tí eingin ítróttahøll lýkur altjóða treytirnar, sum verða settar.

At Føroyar spæla heimadystirnar uttanlands hevur verið sær, at peningur manglar í, tí Hondbóltssambandið hevur meirútreiðslur av, at manslandsliðið spælur heimadystirnar í Danmark.

Meirútreiðslan er ein knøpp millión krónur í alt. Føroyar spældu eisini sínar heimadystir í Danmark í seinastu undankapping.

Í desember fekk Hondbóltsamband Føroya 800.000 krónur til landsliðsvirksemi úr landskassanum fyri at lætta um fíggjarliga byrðuna, sum stóðst av at spæla heimadystirnar í Danmark í seinastu undankapping.

Almennu Føroyar hava ikki skapt neyðugu umstøðurnar, so vit kunnu kappast á heimavølli í Føroyum. Tí eigur tað almenna aftur at spæla við hesaferð, sigur Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandinum.

Hoyr útvarpssamrøðu við Hall Danielsen frá Hondbóltssambandinum.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858