- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætla at byggja stórhøll á Strondum
17.06.2020 - 09:43
Ítróttur›Hondbóltur
Ætla at byggja stórhøll á Strondum
Høllin skal standa við tunnilsmunnan, og hon skal taka 3.500 fólk
Nú skal ein stórhøll byggjast á Strondum.
Ein verkætlanarbólkur hevur sett sær fyri at byggja eina høll, sum kann hýsa øllum heimadystum hjá føroyska hondbóltslandsliðnum.
Ætlanin er, at høllin verður beint við munnan í nýggja undirsjóvartunlinum, og hon skal taka 3.500 áskoðarar.
Í verkætlanarbólkinum eru Alexandur Johansen, Eivind Jacobsen, Pól Jákup Poulsen og Hans Jákup Mikkelsen.
Uppgávan verður nú at fáa fígging, millum annað frá Sjóvar kommunu og landskassanum, sigur Alexandur Johansen.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV