Tórður og Teitur eru í toppformi

28.06.2020 - 15:30
ÍtrótturFótbóltur
Tórður og Teitur eru í toppformi
Ein orsøk til, at Teitur M. Gestsson og Tórður Thomsen hava eitt so gott kappingarár, er, at teir eru í toppformi bæði likamliga og sálarliga

Serliga málmenninir hjá tveimum av toppliðunum hava gjørt vart við seg fyrsta triðingin av landskappingini hjá monnum.

Tórður Thomsen hjá NSÍ og Teitur Matras Gestsson hjá HB hava klárað seg væl hetta kappingarárið.

Báðir hava havt avgerandi týdning fyri fleiri sigrar higartil í ár, og sambært heimasíðuni bolt.fo, sum hevur gjørt hagtøl upp fyri málverjar, skarar Tórður Thomsen framúr higartil í ár.

Tað hevur víst seg, at avrikini hjá málmonnum kunnu vera sveiggjandi, og Jens Martin Knudsen, fyrrverandi A-landsliðsmálmaður og hjálparvenjari hjá NSÍ, kemur við nøkrum boðum upp á orsøkir til sveiggini.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652