Góðan morgun Føroyar

Happing: Snýr seg um virðing í sosiala umhvørvinum
02-07-2020
Nýggj gransking vísir á, at happing fer fram sum negativ sosial mynstur

Olga Biskopstø hevur verið við til at gera kanningar um happing og trivnað í føroyska fólkaskúlanum. Síðsta kanningin vísti, at tað gongur rætta vegin - tvs. at færri kenna seg happað enn undanfarin ár. Feskasta kanningin vísir, at tað í dag eru 11%, sum kenna seg happað. Talið er enn ov høgt, heldur Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur.

Umframt at varpa ljós á happing, hvørji onnur atlit skulu vit so taka?

- Tað snýr seg um at hava virðing í sosiala umhvørvinum, og at í hvørjum umhvørvi vit so enn eru, so virða vit hvønn annan og rættin at vera tann mann er saman við øðrum. Tá tað snýr seg um børn, so eru tað tey vaksnu, sum hava ábyrgdina av, at tað er eitt gott umhvørvi, og at mann tryggjar sær, at øll trívast. Tey ,sum ikki trívast, skulu hava hjálp. Í tí vaksna umhvørvinum mugu vit vera tilvitaði um alt tað, sum hoyrir til at happa og baktala o.s.fr., sigur Olga Biskopstø.

Jóhannes Miðskarð, lærari, cand.ped. í námsfrøðiligari sálarfrøði og PhD, hevur júst skrivað eina grein til Skúlablaðið um nýggja gransking um happing. Hann vísir á, at tað er gevandi at fata happing soleiðis, at tað ikki  er eitt barn ella einstøk børn, sum er/eru happarin/happarar, og onnur børn eru ofrini, men at happing í staðin fer fram sum negativ sosial mynstur.

- Eg haldi tað er týdningarmikið, at vit gera fyribyrgjandi arbeiði, har vit venja børn við, at tað skal vera pláss fyri einstaklingum - at vit øll eru ymisk. Eisini skulu vit leggja í børnini, at tey tora at seta fótin niður sum einstaklingar. Tey skulu t.d. tora at siga, at hesa happingina vil eg ikki vera við til, sigur Jóhannes Miðskarð.

Tey bæði vitjaðu morgunsendingina til eitt orðaskifti um happing.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024