Byggja uppsjóvarskip fyri 300 mió. kr.

09.07.2020 - 06:47
InnlendisVinna
Byggja uppsjóvarskip fyri 300 mió. kr.
Partafelagið Christian í Grótinum fer byggja nýtt uppsjóvarskip á Karstensen skipasmiðjuni í Skagen. Skipið skal avloysa Christian í Grótinum

Nýggja skipið skal koma ístaðin fyri núverandi Christian í Grótinum. Eftir ætlan verður skipið liðugt og handað felagnum 27. januar í 2022.

Skipið verður slakar 90 metrar langt og 17 metrar breitt. Skipið hevur 16 RSW tangar, sum tilsamans fara at rúma 3.550 m3, og skipið fer at lasta góð 3.000 tons av niðurkøldum fiski.

Nýggi Christian í Grótinum er sniðgivin og verður bygdur á Karstensen skipasmiðjuni í danska býnum Skagen. 

Verandi Christian í Grótinum varð settur á sølulista fyrr í ár. Tað skipið er 17 ár og varð keypt úr Norra í 2013.

Hoyr samrøðu við Jan Petersen, stjóra í partafelagnum Christian í Grótinum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584