Kring Kring Føroyar 1: Gásadalur til Klaksvíkar

09.07.2020 - 09:55
ÍtrótturAnnar ítróttur
Kring Kring Føroyar 1: Gásadalur til Klaksvíkar
Dávur Magnussen avgjørdi í norðoyartunlinum og vann sannførandi sigur í fyrsta teininum í kapping við Helga Winther Olsen og Jákup Petur Eliassen
Mynd: Geir Gilsteinsson  
Dávur Magnussen vann móti Helga Winther Olsen (t.v.) og Jákup Petur Eliassen (t.h.)

Favoritturin, Dávur Magnussen, livdi upp til heitið, tá hann vann fyrsta teinin av Volvo Kring Føroyar í gjár.

Súkklararnir fylgdust stóran part av teimum gott 100 kilometrunum úr Gásadali til Klaksvíkar, men til endans stóð kappingin millum teir tríggjar, Dáva Magnussen, Helga Winther Olsen og Jákup Petur Eliassen.

Landsliðsfelagarnir fylgdust niður í norðoyartunnilin, men í mótbrekkuni fór Dávur Magnussen frá hinum báðum, og vann slakar tveir minuttir frammanfyri Helga Winther Olsen.

Teinur 1: Gásadalur - Klaksvík (opin bólkur):

Dávur Magnussen: 3.06.07
Helgi Winther Olsen: 3.07.52
Jákup Petur Eliassen: 3.09.29
Hilmar Hansen: 3.14.41
Andrass Joensen: 3.15.50
Gunnar Dahl-Olsen: 3.21.36
Peter Jensen: 3.29.59
Tórarinn Didriksen: 3.39.33
Bogi Gregersen: 3.39.37
Casper Rosen: 4.03.07

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858