Málteigurin

Vit meyla og meyla
09-07-2020
Gamalt var at meyla merkir júka, roksa ella plága, men í dag verður orðið mest brúkt um at senda teldubrøv

Tað kemur ofta fyri, at gomul orð fáa nýggja merkingar ella eina merking afturat. Tað ger seg galdandi, tá tað kemur til orðið, meyla.

- Eg minnist, at omma kundi siga við okkum børn: 'Hvat ganga tit og meyla um'? tá vit børn roksaðu illa, skrivar lurtari.

Rætt hevur lurtarin, tí gamalt er, at orðið, meyla, merkir roksa, plága, júka o.s.fr. Men í dag brúka vit orðið mest í teldumáli.

- Meyla verður so nógv brúkt um at senda teldupostar, at eg vænti ikki, at tað ber til at broyta hetta, sigur Elin Henriksen, málkøn, og leggur afturat, at tað er púra vanligt, at sama orð hevur fleiri merkingar.

Kunna ella kunnað

'Tað hevði verið gott at kunna-ð skrivað' ella 'Tað hevði verið gott at kunna skrivað'. Setningarnir ljóða akkurát líka, men har er eitt ð í endanum á orðinum, kunna, á muni. Elin Henriksen greiðir frá muninum.

Sín ella hansara

Siga vit 'foreldrini fóru út við teirra børnum,' er talan um børnini hjá øðrum enn nevndu foreldrum, meðan siga vit 'foreldrini fóru út við sínum børnum', er talan um børnini hjá nevndu foreldrum.

Ein annar møguleiki er eisini at siga 'foreldrini fóru út við børnunum' ella 'børnunum hjá sær'.

- Tá er ongin ivi um, hvørs børn vit tosa um, greiðir Elin Henriksen frá.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Hvat merkir orðingin við eymk og fret, og hví siga vit soleiðis, spyr lurtari Elina Henriksen í hesari sendingini
15-04-2024
Fyrr helt mann, at babba var barnamál, meðan vaksin søgdu pápi. Hetta er ikki galdandi longur, meðan mann í Suðuroy altíð hevur sagt pabba. Øll trý eru javngóð í dag
08-04-2024
Føroyar hava fingið sína fyrstu løggildu stavsetingarorðabók. Tað merkir, at Stavsetingarorðabókin ásetur almennar, føroyskar stavsetingarreglur, og hvussu vit eiga at stava
25-03-2024
Kvennkynsorðið vreiði er til viðgerðar í dagsins sending, eftir at ein prestur segði vreiða heldur enn vreiði. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu hetta hongur saman
18-03-2024
Lurtari hevur hug til at týða danska orðið hygejne til heilsufrøði, men tað er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv, heldur Elin Henriksen, málkøn
11-03-2024
Orðasmíð lyftir tekstir upp á eitt hægri stig. Ein av okkara heilt góðu orðasmiðum er skaldið Martin Joensen og við dømum úr hansara tekstum tosa vit um skaldsligt orðasmíð
04-03-2024
Eitt orð, sum mong ivast í, er danska orðið omsorgssvigt, sum mangan verður týtt til umsorganarsvik. Tvey betri orð eru: umsorganartrot og vansorgan, sigur Elin Henriksen
26-02-2024
Forhoyr og frágreiðing eru ikki tað sama, og lógarverkið brúkar ikki sjóforhoyr. Tí eiga vit at siga sjófrágreiðing á føroyskum, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-02-2024
Skriðulop, skalvalop, áarlop og omanlop eru ikki tað sama, men summi kunnu brúkast hvørt um annað
12-02-2024
Føroyska navnalóggávan er ung, og tí eru fleiri stavsetingar til summi nøvn. So sum Elisabeth/Elisabet og Christian/Kristian. Skalt tú brúka -th og ch- fylgja treytir við
29-01-2024
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024